Funnin á lívi eftir 9 samdøgur í stórkava

Eini hjún ætlaðu sær bara út at avmynda villar hestar, tá ið herviligt kavarok kom á tey, og bilur teirra gjørdist fastur í kavanum Hjúnini Thomas og Tamitha Garner í Utah í USA vóru farin ein túr í bili sínum saman við hundinum, Medusa. Ætlanin við ferðini, sum kom at vara í heili níggju samdøgur, var at avmynda villar hestar.

Herviligt kavarok kom yvir tey, og bilurin stóð fastur í kavanum. Tá ið fólk varnaðust, at tey ikki fingu fatur á hjúnunum, varð umfatandi leiting sett í verk. Men eingin visti, hvar hjúnini vóru. Seinast, nakar hevði sæð tey, keyptu tey bensin á bilin á eini bensinstøð í lítla býnum Panaca.

Nógvastaðni var ógjørligt hjá leitingarliðnum at náa fram í bili og ein av teimum, sum leitaði við kavaskutara, doyði undir leitingini, tá skutarin gjørdist fastur í kavanum.

Hjúnini vórðu verandi í bili sínum, men tá ið dagarnir gingu og maturin, tey høvdu við sær, gekk undan, fóru tey úr bilinum og til gongu. Sambært AP-tíðindastovuni vóru tey bert í buksum og tunnum jakkum. Kortini yvirlivdu tey við at røra seg og kynda bál á leiðini.

Tá ið tey høvdu gingið einar 25-30 kilometrar, fann ein maður, sum luttók í leitingini við traktori, tey burturblivnu, sum eingin hevði frætt frá í samfull níggju samdøgur.

Hjúnini vórðu flutt á Valley View Medical Center í býnum Cedar til viðgerðar og hava tað eftir umstøðunum gott.

Hundurin Medusa, sum eisini var við á hesi ferðini, hevði tað eisini gott, skrivar AP.