Fyri 30 árum síðan

Nýggj gøtuskeltir í Havnini í 1974

Fyri 30 árum síðan varð rættuliga farið í gongd við at seta skeltir við gøtunøvnum upp í Havnini. Ein gøtunavnanevnd varð sett at kanna øll tey ymsu staðarnøvnini í býnum og geva gøtunum, serstakliga í teimum nýggju býlingunum, hóskandi nøvn.

Í hesi nevnd sótu: Verland Johansen, formaður, Martin Djurhuus, næstformaður, Sverri Dahl, Johannes í Mattalág, Høgni Mohr, William Heinesen og Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Kristjan á Neystabø var skrivari hjá nevndini.

Kelda: Myndablaðið NÚ 1974