Fyri fyrstu ferð í søguni skal asiatiska landið, Usbekistan kappast í HM-endaspælinum í fótbólti.
Usbekistan er í innleiðandi HM-bólki K saman við Portugal, Kolumbia og Demokratiska Lýðveldinum Kongo.
Usbekistan er í løtuni nummar 50 á FIFA-styrkislistanum.
Landsliðsvenjari hjá Usbekistan er kendi italiumaðurin, Fabio Cannavaro. Størsta stjørnan á liðnum er verjuleikarin hjá Manchester City, Abdukodir Khusanov.
Týsdagin tapti Usbekistan 0-2 fyri Kanada. Mánakvøldið klokkan 19.45 spæla teir venjingardyst móti Niðurlondum.
HER er fyrsti søguligi usbekiski HM-hópurin, ið Fabio Cannavaro hevur tikið út:
Málverjar:
- Utkir Yusupov (Navbahor Namangan)
- Abduvohid Nematov (Nasaf)
- Botirali Ergashev (Neftchi Fergana)
Verjuleikarar:
- Abdukodir Khusanov (Manchester City)
- Khojiakbar Alijonov (Pakhtakor)
- Farrukh Sayfiev (Neftchi Fergana)
- Rustam Ashurmatov (Esteghlal)
- Sherzod Nasrullaev (Nasaf)
- Umar Eshmurodov (Nasaf)
- Abdulla Abdullaev (Dibba)
- Bekhruz Karimov (Surkhon Termiz)
- Avazbek Ulmasaliev (AGMK)
- Jakhongir Urozov (Dinamo Samarqand)
Miðvallarar:
- Akmal Mozgovoy (Pakhtakor)
- Otabek Shukurov (Baniyas)
- Jamshid Iskanderov (Neftchi Fergana)
- Odiljon Hamrobekov (Tractor)
- Jaloliddin Masharipov (Esteghlal)
- Oston Urunov (Persepolis)
- Dostonbek Khamdamov (Pakhtakor)
- Azizjon Ganiev (Al-Bataeh)
- Abbosbek Fayzullaev (İstanbul Başakşehir)
- Sherzod Esanov (Bukhara)
Áleyparar:
- Eldor Shomurodov (İstanbul Başakşehir)
- Azizbek Amonov (Dinamo Samarqand)
- Igor Sergeev (Persepolis)











