Góð úrslit og MSC-góðkenning

- Vit høvdu miðjað eftir at fingið MSC-góðkenningina í mai, men nú verður tað helst ikki fyrr enn í juni – ella juli, sigur Jóan Magnus Rasmussen

Seinastu trý árini hevur Tavan í Leirvík givið fleiri enn 34 miljónir krónur í avlopi.
Í 2009 hevði virkið eitt avlop á 10,8 miljónir krónur, í 2010 10,4 miljónir – og í 2011 fer avlopið at liggja um heilar 13 miljónir krónur.
Soleiðis verður árið í fjør tað besta hjá virkinum nakrantíð.
- Í fjør settu vit eisini met í nøgd við umleið 12.300 tonsum av gulllaksi, og samanlagt kunnu vit ikki siga annað enn, at vit eru sera væl nøgd við 2011, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Tavan arbeiðir gulllaks frá apríl til nakað væl út á heystið, og síðan verður upsi arbeiddur í vetrarhálvuni.
Stjórin vísir á, at vanliga plagar virkið at arbeiða eini 2000 tons av upsa um veturin, men í so máta var lutfalsliga lítil upsi á marknaðinum farna vetur.
- Upsaveiðan hjá skipunum var heldur vánalig í fjør heyst og út á veturin, og útboðið var ikki stórt, samstundis sum hørð kapping var um rávøruna. Tí keyptu og arbeiddu vit neyvan meiri enn eini 1000 tons av upsa í vetur, sigur Jóan Magnus Rasmussen.

MSC-góðkenning
Stjórin í Tavuni veit at siga, at gulllaksaveiða væntandi fer at fáa MSC-góðkenning summar, um alt gongur sum ætlað.
- Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð, og nú bendir alt á, at MSC-góðkenningin kemur upp á pláss í næstum. Hetta kann geva okkum, sum fáast við gulllaks, nýggjar marknaðarmøguleikar, og longu nú hava vit frætt frá keyparum, at teir bara bíða eftir góðkenningini.
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at Noreg er størsti keypari av gulllaksafarsi hjá Tavuni.
- Vit høvdu miðjað eftir at fingið MSC-góðkenningina í mai, men nú verður tað helst ikki fyrr enn í juni – ella juli, leggur hann aftrat.