Uttan fyri Posthúskjallaran í Tórsgøtu stendur listamaðurin Bárður Dahl Christiansen við sínum pensli. Veggurin, sum í eitt mannaminni hevur verið kritahvítur og óáhugaverdur, er nú eitt spennandi og livandi listaverk.
- Feitt! Hatta riggar ótrúliga væl, letur úr einari ungari kvinnu, sum gongur framvið.
Tað var eisini nakað av tí fyrsta, eg segði, tá eg kom framvið. Og líknandi viðmerkingar hevur Bárður fingið allan dag frá fólki, ið hava varnast hansara arbeiði. Tí nú er veggurin veruliga blivin til nakað, sum mann leggur merki til og beundrar - og ikki bara gongur forbí.
Snýr seg um tíðina
Listaverkið tekur støði í nøkrum linoliumskurðum, sum Bárður hevur gjørt. Millum skurðirnar hevur hann við máling sambundið verkið, sum í høvuðsheitum er av tveimum kvinnum í sjónum.
Í verkinum eru fleiri ymisk elementir, sum listamaðurin hevur arbeitt við í sambandi við eitt hugskot at gera nakrar søgur um føroysku tíðina. Listaverkið kallar hann: “Tíðin – Ein ferð úr fortíðini til einaferð”.
##med2##
Bárður Dahl Christiansen hugleiðir um essensin av tíð sum ein ítøkilig áhaldandi gongd, men eisini sum eitt abstrakt og hugtoykt fyribrigdi.
- Tann eina kvinnan hyggur fram eftir, og hin kvinnan hyggur eftir støðuni, sigur Bárður Dahl Christiansen og peikar eftir kvinnuni høgrumegin.
- Hon sær eitt sindur ørkymlað út. “Eru vit við at missa okkum sjálvi? Eru vit við at blíva líka sum restin av verðini?” spyr hon.
William Heinesen og Janus Kamban
Kvinnan vinstrumegin hevur eitt serligt tyssi í hondini.
- Í veruleikanum er hatta eitt tyssi av fortíðini, nútíðini og framtíðini, sigur Bárður og vísir á tey ymsu tingini í tyssinum. Har eru eitt nú elementir frá William Heinesen, og so er ein snildfon eisini mitt í rokanum.
##med4##
Hondin, sum heldur tyssinum, er ikki bara ein tilvildarlig hond. Bárður sendir eyguni beint niður á kloakklokið á vegnum, har eyðkenda hamara-búmerkið hjá Tórshavnar kommunu er graverað í.
- Hondin er eitt feminint boð uppá búmerkið. Eg havi altíð hugsað, at tað var Tór, sum helt hamarinum. Tí havi eg heldur gjørt tað soleiðis, at tað er ein genta, sum heldur í einum tyssi, og eg havi brúkt nøkunlunda sama form sum í vanliga búmerkinum, greiðir Bárður frá.
Vit flyta okkum nakrar metrar til høgru og koma yvir til hina helvtina av vegginum, sum er prýddur við høgum aldum. Á aldunum er ein týðilig tilsiping til kenda bátin hjá listamanninum Janusi Kamban, sála.
- Her síggja vit ein persón, sum stendur við einari selfiestong í bátinum. Og tað er jú ein onnur søga, enn tann søgan, Janus Kamban fortaldi, sigur Bárður Dahl Christiansen.
##med4##
Øll fara ikki til listaframsýningar
Enn ein persónur kemur gangandi framvið, meðan Bárður hugtikin greiðir frá sínum hugsanum um listina á vegginum.
- Kul! sigur maðurin, sum skjótt fer víðari.
Sjálvur heldur Bárður Dahl Christiansen, at gøtulist hevur stóran týdning í býarrúminum í Føroyum, og hann fegnast um, at hetta slagið av list hevur fingið størri raðfesting seinastu árini.
- Vanlig list kann ofta blíva nokkso ekskluderandi, tí tað eru fleiri fólk, ið kanska ikki skilja alt slag av list. Tað eru heldur ikki øll, sum ganga á listasavn, sigur hann og vísir á munin millum vanliga list og gøtulist.
- Gøtulist er ikki yvirdrivin akademisk list. Men hetta er í eygnahædd við tað vanliga fólkið. Hetta er í størri mun dekoratión, sum mann kann hyggja at, meðan mann ferðast í býnum. Fólk skilja tað og virðismeta tað. Tað er í øllum førum feitari enn ein hvítur veggur, og tað er tí, at fólk eru so við uppá gøtulist, sigur Bárður Dahl Christiansen.
Tilvildin bjóðaði honum við á risastóran festival
Á kaiini liggur eitt ferðamannaskip, sum av røttum skuldi verið í Íslandi beint nú. Men tað var ov ringt veður at sigla til Íslands, so tað kom á Havnina í staðin fyri.
- Vilt tú hoyra nakað crazy? spyr Bárður spentur.
- Beint í áðni sat eg og tosaði í telefon, og so steðgaði ein kvinna, sum var komin við hasum ferðamannaskipinum. Hon spyr meg, um eg veit, hvør hevur málað hendan veggin. Eg sigi so, at eg akkurát eri í ferð við at mála hann, greiðir hann frá.
Tað vísti seg, at hendan kvinnan stendur á odda fyri einum av heimsins størstu street-art festivalum, nevniliga Wide Open Walls.
- Hon spurdi meg, um eg ikki hevði hug at vera við næsta ár. Eg segði sjálvandi ja, sigur Bárður, sum er púra ovfarin av tilvildini.
- Hon átti jú ikki at vera í Føroyum! Hon átti at vera í Íslandi, sigur hann og samanber hesa støðuna við fótbóltsheimin.
- Tað er akkurát sum, um tú spælir fótbólt í túninum, og so kemur landsliðsvenjarin hjá Brasilien framvið og spyr, um tú hevur hug at spæla við landsliðnum til VM. So stórur er hasin festivalurin.
Kvinnan gav Bárði sítt visitkort og bað hann seta seg í samband við hana.
##med5##
Verkið hevur langa livitíð hóast tíðaravmarking
Gøtulistin hjá Bárði á Posthúskjallaranum er partur av gøtulistsverkætlanini “Listarbrøgd”, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Fýra listafólk vórðu boðin at gera uppskot til at prýða veggin, og uppskotið hjá Bárði Dahl Christiansen varð valt út sum tað fyrsta í "Listarbrøgd".
Talan er um fyribilslist í miðbýnum, sum merkir, at listaverkið bara verður at síggja í eitt avmarkað tíðarskeið - allarhelst eini tvey ár. Júst hesa avmarking hevur Bárður havt í huganum, tá hann hevur gjørt hetta.
- Nokkso nógv av verkinum er træskurður, sum er skrúvað fast. Tað vil siga tað, at tú kanst væl taka tað av, flyta tað og koyra tað onkra aðrastaðni. So fært tú kanska eina nýggja søgu í staðin fyri tað, sum júst hetta verkið snýr seg um. Uppá hendan mátan fær verkið fær eina longri livitíð og eitt annað lív, tá hetta verður tikið niður og koyrt upp aftur, fortelur Bárður Dahl Christiansen.
- So kundi mann gjørt fleiri elementir og møguliga droppað onkur elementir. Mann kann eisini býta tey runt og brúka tey í heilt øðrum og ymsum sambondum, sigur hann.