Gjaldportrið er “neyvan lógligt” 

Hósdagin, Kristi himmalferðardag, hava nakrir føroyingar sett sær fyri at fara ein túr á Pollin og Lónna í Saksun uttan at gjalda við víðakenda gjaldportrið.

 

Rættarviðurskifti í samband við fjøru og portrið verða umrødd í svari til fyrispurning á løgtingi ífjør. 

 

“Tað ber eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast.” 

 

Orðini eru niðurstøðan í svari frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann 1. juni ífjør.  

 

Aksel spurdi Helga: “Heldur landsstýrismaðurin tað vera í samsvari við landsins lóg, at eitt gjaldportur er sett upp í Saksun. 

 

Undan niðurstøðuni ásannar landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, at lóggávan hevur ikki nágreinligar ásetingar um, hvør eigur strondina.  

 

Men vanliga fatanin er - og sum dómar í Føroya rætti og Landsrættinum staðfesta - at strondin er eitt slag av almenningi, har ein og hvør hevur rætt at ferðast. 

 

“Við støði í hesum ber í í øllum førum til at siga, at gjaldportrið, sum á sumri 2019 hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini”, verður staðfest í svarinum. 

 

 

 

Ognarrætturin fevnir ikki um strondina 

 

Í einum dómi um sandtøku í Kaldbaksfirði í 1957 verður í úrskurðinum sagt, at rætturin til lunnindi er kortini ikki tað sama sum ognarrættur til sjálva strondina. 

 

Til grund fyri dóminum leggur Føroya rættur, at “ejendomsretten til jord på Færøerne ikke strækker sig længere ud mod havet end bevoksningsgænsen.” 

 

Felagið, sum tók nærum allan sandin inni í Kaldbaksfirði, so bara ein viðfáningur er eftir, kærdi “Kaldbaksdómin” fyri Landsrættin. Landsrætturin setti í 1959 ikki til viks metingina hjá Føroya rætti um, at “ognarrætturin fevnir ikki um sjálva strondina, men gongur til strondina”.  

 

Landsrætturin staðfesti, at lunnindini at taka sand, røkkur til fótin á marbakkanum. 

 

Í bókaverkinum Færøsk Bygderet staðfestir E.A. Bjørk, sum var sorinskrivarafulltrúi og sorinskrivari í Føroyum í fimtu- og sekstiárunum:  

 

“Forstrandsretten er … ikke nogen ejendomsret, men kun en eneret med hensyn til udøvelsen af lunnindir... Konsekvensen af, at der ikke haves nogen egentlig ejendomsret til forstranden, bliver, at alle og enhver har ret til at færdes på denne”. 

 

Strondin liggur í flestu førum til samlaða markatalið í bygdini, verður nevnt í svarinum. Í onkrum førum liggur strondin til ávísan haga ella trøð oman fyri fjøruna. Hetta seinasta er hent í samband við matrikkulering í seinri árum. 

 

Eingin á tingi hevur, so vítt eg veit, gjørt meira við svarið frá landsstýrismanninum um tað “neyvan lógliga” gjaldportrið.