Á almennum fundi hin 26. mai varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2024 samtyktur.
- Staðfest varð, siga tey í Nes kommunu, at samlaðu inntøkurnar fyri 2024 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Skattainntøkan hjá kommununi í 2024, eftir frádrátt av rentustuðli, var 86,1 milliónir, sum er 5,2 milliónir meira enn í 2023.
Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 80,3 milliónir. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2024 5,8 milliónir hægri enn mett.
- Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2024 vóru 73,0 milliónir, sum er 6,3 milliónir meira enn í 2023. Í játtanini fyri 2024 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 73,0 milliónir. Sostatt gjørdust samlaðu útreiðslurnar í 2024 umleið tað, sum varð mett í fíggjarætlanini.
Sagt verður, at rakstraravlopið fyri íløgur var 12,0 milliónir móti 13,5 milliónum í 2023.
- Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi fyri íløgur á 6,1 milliónir. Rakstraravlopið fyri íløgur varð sostatt 5,9 milliónir betri enn mett í fíggjarætlanini.
Samlaðu íløgurnar hjá Nes kommunu í 2024 vóru 8,7 milliónir netto.
- Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við nettoíløgum á 24,1 milliónir. Íløgurnar í 2024 vóru sostatt 18,5 milliónir lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru brúktar í 2024, verða fluttar til 2025.
##med2##
Samanlagt vísti roknskapurin hjá Nes kommunu eitt avlop á 3,3 milliónir í árinum samanborið við eitt hall á 8,1 milliónir í 2023.
Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2024 var 32,9 milliónir.
- Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina álíkning, sum er árliga skattainntøkan (roknað við 23 % í kommunuskattaprosenti), eftirlønarskatti og ávísum flytingum frá landinum.
Lagt verður aftrat, at skuldarmarkið hjá Nes kommunu við ársenda 2024 var 93,1 milliónir. Nettoskuldin hjá kommununi við ársenda 2024 var sostatt 35,3% av eini skattaálíkning.