Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur í dag liðskipari hjá Sandnes ULF, ið hevði heimadyst móti toppliðnum, Kongsvinger í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Dysturin á Øster Hus Arena leikvøllinum í Sandnes endaði við stórsigri 6-1 til Kongsvinger, ið skoraði trý mál í hvørjum hálvleiki. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat megnaði Ali Memed at pynta um úrslitið fyri heimaliðið.
Sandnes hevði seks málroyndir innanfyri málrammurnar, meðan Kongsvinger hevði níggju málroyndir innanfyri málrammurnar. Við nakað av neyvleika kundi Sandnes sloppið við einum minni tapi.
Sandnes ULF er nummar níggju í deildini við 20 stigum. Teir eru sjey stig omanfyri næstaftasta liðið, Åsane sum hevur 13 stig.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Sandnes dyst á útivølli móti Egersund.











