Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, og eg gleði meg! Hetta er hæddarpunktið á summarinum. Familjan og eg eru á hvørji ólavsøku. Eg elski tjóðarhátíðina, og eg ynski øllum eina góða ólavsøku.
Soleiðis sigur Kristina Háfoss.
Hvat heldur tú er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað er nógv, ið ger okkara tjóðarhátíð serstaka. Millum hesi eru: Samanhald, ólavsøkuhýrurin, familjuhugni og at hitta vinir og kenningar.
Hon vísir á, at á ólavsøku eru listaframsýningar, kappróður, kórsangur á Tinghúsvøllinum, setan av løgtinginum og midnáttarsangurin.
- Og so er tað ikki minst føroysku klæðini. Ólavsøkan er ein týðandi partur av okkara felags søgu, samleika og tjóð.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Tað er altíð sera nógv gott at uppliva á ólavsøku, men tað er tó altíð okkurt, sum kann mennast og gerast støðugt betri.
Kristina Háfoss heldur, at eitt nú kundu verið fleiri ókeypis upplivingar til barnafamiljur, og at tryggja støðugt betri atkomumøguleikar fyri fólk við serligum avbjóðingum.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Eg havi tíbetur altíð havt góðar ólavsøkur, men nakrar minnist eg betur enn aðrar.
Hon vísir á, at seinastu trý árini hava ólavsøkurnar verið serstakar við vitjanum av skiftandi forsetum hjá Norðurlandaráðnum, sum undanfarnu trý árini hava verið tingfólk úr Noregi, Íslandi og Svøríki.
- Tað hevur verið hugaligt at givið teimum serstakar upplivingar og innlit í okkara mentan, samleika og samfelag.
Kristina Háfoss vísir á, at ein minnilig ólavsøka var eisini í 2002, tá tey vóru vorðin foreldur til fyrsta av fýra børnum.
Tað var Hildur, sum kom í 2001, og ólavsøkan í 2002 var tí hin fyrsta við barni.
- Sum nýggj tingkvinna var hetta eisini fyrstu ferð, at eg fekk møguleikan at luttaka í setanini hjá løgtinginum, og samstundis var hetta árið 150 ára hald, síðan løgtingið varð endurreist.
Hon sigur, at løgtingið tá hevði húsast í KvF-húsinum fyribils vegna umbygging av løgtingshúsinum, men á ólavsøku í 2002 kundi nýumvælda tingshúsið takast í nýtslu.
- Hetta var ein av fleiri serstøkum ólavsøkum, leggur Kristina Háfoss aftrat.











