Gulllaksur fær MSC-góðkenning

Umframt tey 12.400 tonsini av gulllaksi, sum Tavan hevur keypt í ár, hava Vestmenningur og Fram helst landað eini 7.000 tons í Kollafirði. Hetta gevur út við 20.000 tons tilsamans, ið er tað, sum fiskifrøðiliga ráðgevingin sigur vera ráðiligt at fiska av gulllaksi í eini vertíð.

Teir, sum eiga skipini og virkini, sum keypa fiskin, hava eina sínámillum avtalu um, at samlaða veiðan eftir gulllaksi skal ikki fara yvir tey 20.000 tonsini, sum mett verður kunnu fiskast – uttan, at veiðan tá gongur út yvir fiskastovnin.

Jóan Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni í Leirvík, sigur, at partarnir arbeiða saman við DNV, Det Norske Veritas, um at fáa gulllaksaveiðina undir Føroyum MSC-góðkenda.

- Vit vænta, at henda góðkenning verður komin í hús, áðrenn vertíðin byrjar aftur í apríl komandi ár, leggur hann aftrat.