Gumma Petur Háberg vildi jarðast í hvítari kistu

Petur var føddur 31. august 1914 og fer til dópin í Havnar kirkju 1.sunnudag í advent, 29.november. Foreldrini hjá honum eru Poli Joensen, skómakari, og Malla, sum var systir Onnu, gumma Petur. Tað stuttliga er, at Petur í dópinum eisini fær navnið William, eftir William G Sloan, sum var deyður beint frammaundan. Hann var giftur við mostur Mallu, Elspu, og William Sloan stóð annars barnadópi sera fjart! Tað var eisini meira pápin enn mamman, sum vildi hava Petur doyptan.

Anna doyr longu seks ár seinni. Vit hava funnið gravsteinin hjá henni og halda søguna vera so mikið áhugaverda, at hon verður tikin við í hesa røð.

Anna var dóttir Isalinu, ættað úr Geil, og Knút Petersen, skómakara, ættaður úr Funningi. Anna var fødd í 1888, og hon var tvíburi við Magdalenu. Tær báðar vóru nummar 3 og 4 í røðini av teimum átta systkjunum. Anna hevði lært til jarðarmóður og hevði starv í Vestmanna.

Men so hendir tað, at Anna fær tuberklar verður innløgd á sanatoriið, og nú greiðir Petur Háberg í bóklinginum »Gumma mín og eg«, sum hann gav út í 1976:

»Tá ið hon skilti, at hetta bar móti … deyðanum, tá ynskti hon at sleppa heim at doyggja. Hetta varð játtað henni, og Hoydal man hava koyrt hana við tí serstaka hestavogninum, sum sjúkrahúsið hevði, oman í tey smáu fittu húsini við Vaktarhúsbrekku – heim hennara.

Men nú hendir tað, at hon kemur í sálarneyð..Men hin sanni gleðiboðskapurin um frelsu.. gav henni frið við Gud. Og yndisskriftstaðið í Bíbliuni hjá henni var hetta, sum Jóhannes apostul skrivar: »Jesu blóð reinsar frá allari synd.«

Hon gleddist í frelsuni, men kærdi seg um, at hon fekk ikki høvi til at vitna um Kristus og hansara endurloysandi mátt. Men hon vildi tó bera sín vitnisburð fram á ein serstakan hátt. Áður vóru kistur svartar, síðan var mest nýtt at klæða tær við pappíri, so tær sóu út eins og tær vóru eikimálaðar. Hvítar kistur vóru um ikki ókendar, so í hvussu er sjáldsamar. Men hon segði við tey, ið stóðu henni næst, at tey skuldu lata hana hava hvíta kistu: »Og tá ið eg so verði borin gjøgnum Havnina út á Svínarygg, og fólk spyrja, hví kistan er hvít, so skulu tit siga, at eg vildi so fegin vitna um, at Jesusar blóð reinsar frá allari synd.«

Hetta orðið úr Bíbliuni kom eisini at standa á gravsteini hennara. Hon gjørdist 32 ára gomul og varð jarðað 6. september 1920.

Petur skrivaði eina aðra ferð i Lív og Læra um ommu sína Isalinu í samband við Onnu:

»Ein dagin sigur Anna við onkran sum er inni: »Eg føli ikki Jesus at vera hjá mær í dag. Far eftir mammu at koma at biðja fyri mær.« Mamman sat og mjólkaði, men fór beinanvegin upp á kamarið og legði seg á knæ hjá doyggjandi dóttir síni og bað til Gud. Tá legði sjúka gentan tuberklatærdu hond sína á høvdið á biðjandi mammuni, og vælsignaði hana fyri, hvat hon hevði at týða fyri seg, og hon kendu aftur friðin við Jesusar nærveru.«

 

Anna var ommusystir mín. Søguna um hana hoyrdi eg allar dagar frá mammu míni. Spurdi Helga í Brekkunum ein dagin hann var til arbeiðis í kirkjugarðinum, um hann kendist við gravstein við navninum Anna Petersen. Nei, hetta segði honum einki. So fór Helgi at skava í illa lesandi bókstavirnar á einum tilvildarligum steini, og tá kemur júst hetta navn fram. Hetta var sum at hitta ommusystrina! Á steininum stendur eisini eitt annað navn, nevniliga Valborg Petersen, sum er grivin í somu grøv 21. november 1896, 1 ára gomul. Anna átti annars eina systir, sum kallaðist Valborg. Hon var fødd í 1898. Valborg giftist til Korsør og gjørdist gomul. Men nú sæst, at tað hevur verið ein onnur Valborg, sum núlivandi ættin ikki hevur vitað nakað um, og henda Valborg og Anna eru farnar í somu grøv.

 

 

Kelda: Petur Háberg

 

Næsta frásøgnin

Næsta frásøgnin verður frá grøvini hjá Betti og Djóna í Geil. Her liggur eisini lítli Petur, sonur Jóhonnu og Petur Alberg, sum doyði sum smádrongur. Vit greiða frá hansara stutta lívi og jarðarferð. Petur Alberg var systkinabarn umrøddu Onnu og Valborg.