Gunnar og FH fingu gott úrslit á útivølli

FH við Gunnari Nielsen í málinum hava eitt gott útgangsstøðið til seinna dystin ímóti FC Dundalk á heimavølli um eina viku

Føroyski landsliðsmálverjin vardi málið, og Sonni Ragnar Nattestad sat á beinkinum allan dystin, tá FH á útivølli spældi javnleik 1-1 í torførum útidysti í øðrum undanumfarinum í Champions League. 1-1 javnleikurin á útivølli ímóti írska liðnum, FC Dundalk gevur FH eitt gott útgangsstøðið til seinna dystin, sum verður á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum um eina viku.

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen nakrar bjargingar í dystinum, har bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar. Í 66. minutti legði David McMillan FC Dundalk á odda 1-0, tá hann skoraði úr stuttari fjarstøðu.

 

Skotin, Steven Lennon, sum mangan hevur verið FH góður, og sum hevur eina fortíð í FC Dundalk javnaði í 77. minutti, og tryggjaði FH eitt gott útgangsstøðið. FH og FC Dundalk spæla returdystin komandi mikukvøld klokkan 21.15 føroyska tíð. 

 

FC Keypmannahavn vann 3-0 á norðurírsku Crusaders á útivølli í kvøld, og Rosenborg vann á heimavølli 3-1 á svenska Norrkøping, so tað sær gott út hjá FC Keypmannahavn og Rosenborg at vinna seg víðari til triðja undanumfarið í Champions League kappingini.