Gunnar skoraði í stórsigri hjá Víkingi Reykjavík

Víkingur Reykjavík er nú einsamalt oddalið

Gunnar Vatnhamar var á vøllinum í 63 minuttir, tá lið hansara, Víkingur Reykjavík á heimavølli vann stórsigur 5-0 á FH í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Gunnar fekk heimaliðið á Víkingavøllinum á sigurskós, tá hann aftaná góða sending frá Gylfa Sigurðssoni meddaði bóltin í netið til 1-0. Tá vóru 12 minuttir leiktir av dystinum. Talan er um annað málið hjá Gunnari hetta kappingarárið. 

 

Gylfi Þór Sigurðsson økti sjálvur til 2-0 sjey minuttir undan steðginum. Í seinna hálvleiki syrgdu Daníel Hafsteinsson og Elías Már Ómarsson við tveimum málum fyri, at trý mál vóru løgd aftrat.

 

Hagtølini: royndir á málið hjá mótstøðuliðnum søgdu 11-0 til Víking, so tað var einvegis ferðsla á Víkingavøllinum í kvøld.

 

Samstundis tapti nærmasti kappingarneytin hjá Víkingi, KR heili 3-6 fyri Breiðabliki í Kópavogi. Í steðginum var støðan 4-2. 

 

Víkingur er fremst í deildini við 22 stigum fyri átta dystir. KR hevur 19 stig, Fram hevur 17 stig, og Breiðablik og Valur hava 15 stig hvør.

 

KA uttan Jóan Símun Edmundsson í hópinum tapti á heimavølli 0-1 (0-1) fyri Vali. KA er nummar sjey í deildini við 10 stigum.