Tað upplýsti guvernørurin í Alberta, Danielle Smith, í nátt lokala tíð.
Atkvøðugreiðslan verður vegleiðandi, og sjálvt um meirilutin skuldi atkvøtt fyri loysing, fer Alberta ikki sjálvvirkandi úr Kanada.
Í staðin má stjórnin í Alberta seta í gongd eina lógarbundna tilgongd, sum kann leiða til eina bindandi fólkaatkvøðu um sjálvstýri seinni.
Sambært loysingarrørsluni í Alberta verður landsluturin ofta skúgvaður til viks av politikarunum í kanadiska tjóðartinginum.
Meira enn 300.000 fólk hava skrivað undir eitt borgarauppskot um sjálvstýri, og tað hevur fingið stjórnina at boða frá fólkaatkvøðuni.











