Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad spældu í kvøld seinasta heimadystin hetta kappingarárið.
Í dysti á Riisvangen leikvøllinum í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann Fremad Aarhus stórsigur 5-0 á søguríka liðnum, AaB úr Aalborg. Lucas Riisgaard skoraði beint undan steðginum, og seinastu 20 minuttirnar skoraði Aarhus fýra mál. Carl Nygaard, Marcus Kirchheiner, Kasper Lunding og Yusuf Abdullahi skutu eitt mál hvør.
Martin spældi allan dystin. Frá Soccerstand fær hann karakterin: 7,3, og frá Sofascore fær hann karakterin: 7,1 (av 10 møguligum).
Aarhus Fremad er fremst í niðara endaspælinum við 43 stigum, sama stigatali sum AaB.
Aarhus Fremad endar kappingarárið leygardagin 30. mai klokkan 14 við dysti á útivølli móti B93.











