Gunnar Vatnhamar ger sítt allarbesta fyri Víking Reykjavík tær seinastu vikurnar hann hevur eftir av tíðini í Íslandi.
Hjá Soccerstand var Gunnar dagsins leikari, tá lið hansara, Víkingur Reykjavík á útivølli vann 4-2 á FH. Gunnar økti til 3-1 í seinna hálvleiki.
Soccerstand gevur Gunnari fyri avrikið karakterin: 8,3 (av 10 møguligum). Sofascore gevur Gunnari karakterin: 7,8.
FH-Víkingur Reykjavík
1-0 Ísak Óli Ólafsson ('31 )
1-1 Helgi Guðjónsson ('36 )
1-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('45 )
1-3 Gunnar Vatnhamar ('54 )
2-3 Adolf Daði Birgisson ('59 )
2-4 Valdimar Þór Ingimundarson ('89 )
Tað lagaði seg so væl hjá Víkingi, at nærmasti kappingarneytin, KR leikti javnt 3-3 móti Breiðablik. Víkingur er fremst í deildini við 48 stigum. Teir eru átta stig frammanfyri KR.
Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Víkingur fyrra dystin í røkk støkk umfarinum í Conference League móti bosniska liðnum, Borac Banja Luka. Fyrri dysturin verður leiktur á Víkingavøllinum í Reykjavík.
Ari í Haraldsstovu Petersen vardi málið hjá ÍBV, ið tapti 1-3 fyri Akranesi á heimavølli.
ÍBV-Akranes 1-3 (0-1)
0-1 Haukur Andri Haraldsson ('39 )
0-2 Markús Páll Ellertsson ('48 )
1-2 Omar Sowe ('67 )
1-3 Viktor Jónsson ('72 )
ÍBV er fjórðaftast í deildini við 17 stigum.











