Slovakiska løgreglan hevur avbyrgt ein býarpart í høvuðsstaðnum Bratislava, tí ein maður hevur skotið fleiri fólk har. Sambært bjargingartænastuni hevur maður skotið 20 fólk. Fyri einum tíma síðani varð sagt, at seks teirra, fýra kvinnur og tveir menn, eru deyð, og hini 14 eru flutt á sjúkrahús við skotsárum. Seinni ljóðaði, at talið á deyðum var sjey.
Tað er ikki greitt, hvør byrsumaðurin er, ella hví hann hevur skotið, og myndugleikarnir heita á fólk í býarpartinum um at halda seg innandura, skrivar Reuters.
Í nítiárunum vóru fleiri skotbardagar millum brotsmannalið í fleiri slovakiskum býum, men tey seinastu árini hevur tað verið friðarligt.