Apríl mánaður í ár var lakari enn í fjør hvat viðvíkur landsskattainntøkum. Samanlagt í ár kom inn í landsskatti 117,8 milliónur í mun til 122,5 milliónir í fjør, ið er ein lækking á góðar 4,7 milliónir ella 3,80%.
Kirkjuskatturin var á sama støði, á 4,4 milliónum, meðan í eftirlønarskattinum var hinvegin ein hækking á 1.4 milliónir, frá 23,8 millióum í fjør til 25,2 milliónir í ár.
Tað vísir ein uppgerð frá TAKS.
Í kommunuskattinum er hinvegin ein lítil hækkin í apríl í ár í mun til í fjør. Samanlagdi kommunuskatturin í apríl í ár er 142,5 milliónir afturímótir 139,9 milliónum í fjør.
Tað eru tó ikki allar kommunur, ið hava ein betri apríl mánaða í ár. Fugloyar, Kunoyar, Vestmanna, Húsavíkar, Hvalbiar, Fámjins, Sumbiar og Tórshavnar kommunur hava allar afturgongd í skattinum.
Serliga er tað Fugloyar kommuna, ið hevur ein stóra afturgond á 52%. Inntøkan í apríl í ár er 137,832 krónur, afturímóti 286,171 í fjør.
Størstu framgongd hevur Nes kommuna. Inntøkurnar í Nes kommunu vuksu við góðum 443,000 krónum, frá 3,05 milliónum til góðar 3,5 milliónir í apríl í ár.
Samlað í ár er ein vøkstur bæði í kommunuskatti og í landsskatti. Inn eru komnar 573,7 milliónir í kommunuskatti í ár, ein vøkstur á 33,5 milliónir og í landsskatti eru komnar inn 472,4 milliónir í ár afturímóti 463,5 milliónum í fjør.
| ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|