Tann umstríddi eysturríkski politikarin Jörg Haider hevur lagt frá sær sum formaður í flokkinum BZÖ, sum hann stovnaði í fjør.
Haider var fyrr formaður í Frælsisflokkinum, men noyddist at fara frá eftir innanhýsis ósemju. Síðani hevur hann roynt at leggja sjógv ímillum BZÖ og tey víðgongdu sjónarmiðini hjá Frælsisflokkinum, men tað tykist ikki hava borið frukt. Í hvussu er vísir ein nýggj meiningakanning, at bara trý prosent av veljarunum styðja flokkin, og tað fekk Haider at leggja frá sær um vikuskiftið.