Hákun toppskjútti í kvøld - Skanderborg Århus er nú triðfremst

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir vunnu ein sera spennandi dyst á útivølli

Hákun West av Teigum gjørdist við fimm málum saman við Mathias Bitsch toppskjútti hjá Skanderborg Århus, ið vann ein sannan gysari á útivølli, 28-27 á Ringsted. H

 

Ringsted javnaði til 27-27 tá hálvurannar minuttir var eftir av dystinum. Thomas Arnoldsen skoraði sigursmálið hjá Skanderborg Århus tá 44 sekund vóru eftir at spæla. Eftir tað eydnaðist tað Skanderborg Århus at verja fyri seinastu løtuna.

 

Skanderborg Århus er nú nummar trý í bestu donsku hondbóltsdeildini við 26 stigum fyri 19 dystir.

 

Komandi leygardag tekur Skanderborg Århus móti SønderjyskE, ið liggur 10. plássi við 13 stigum.

 

Støðan: 

 

Nr.LiðDystirStig
1GOG1937
2Aalborg2031
3Skanderborg Aarhus1926
4Fredericia2125
5Skjern1721
6Bjerringbro/Silkeborg1821
7TTH Holstebro1716
8Ribe-Esbjerg1716
9Lemvig-Thyborøn1815
10SønderjyskE1813
11TMS Ringsted1913
12KIF Kolding1912
13Mors-Thy1711
14Nordsjælland1811
15Skive198