Hallgrím heldur fram í ÍF

Silvurvinnararnir úr ÍF hava longt sáttmálan við málverjan, Hallgrím G. Hansen

Silvurvinnararnir úr ÍF hava longt sáttmálan við málverjan, Hallgrím G. Hansen. Tað boðar felagið frá á síni heimasíðu. 

 

18 ára gamli gøtumaðurin hevur longu spælt 11 dystir í bestu deildini, umframt at hann er partur av U21 landsliðnum.

 

Sambært heimasíðuni hjá ÍF fer Hallgrím G. Hansen í næstum til Grønlands við Futsal-landsliðnum.

 

Hallgrím G. Hansen kom til ÍF í 2011 og hevur verið eykamálmaður hjá Jákupi Mikkelsen síðani, umframt at hann sum nevnt hevur spælt 11 dystir á besta liðnum.

 

Sáttmálin er galdandi fyri næsta kappingarár.