Hallur er ikki bara nøgdur við tíðina í Horsens

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr tað, sum Hallur Hansson hevði at siga í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Hall Hansson, landsliðsmiðvallara, sum hevur verið ein av profilunum í danska superligafelagnum, AC Horsens.

 

Hóast nøkur mál, góð upplegg til mál, og nakrar góðar dystir fyri AC Horsens, so er Hallur Hansson ikki bara nøgdur. Hann heldur, at tað kundi verið nakað betur samanlagt nú AC Horsens fer í jólafrí.

 

Hallur Hansson heldur, at tað er ein avgjørdur støðismunur at spæla í bestu og í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. AC Horsens er tí avgjørt eitt stig rætta vegin í mun til Vendsyssel FF, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Spurdur um hann fer at skifta til annað felag, undirstrikar Hallur Hansson, at hann hevur ein trý ára sáttmála við AC Horsens. 

 

Nomið var eisini við gulu kortini Hallur Hansson hevur fingið í dystum fyri AC Horsens higartil.