Hallur og KR vunnu - Gunnar og FH taptu

KR byrjar at nærkast evropeisku plássunum - FH liggur í tungum sjógvi

Hetta eru torførir dagar hjá Gunnari Nielsen og liðfeløgunum í FH (Mynd: mbl.is)

Hetta eru torførir dagar hjá Gunnari Nielsen og liðfeløgunum í FH (Mynd: mbl.is)

Hallur Hansson var aftur at síggja á liðnum hjá KR frá dystarbyrjan í kvøld, og fekk 80 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir vunnu stórsigur 4-0 á botnliðnum, ÍBV í heimadysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Stóra hetjan hjá KR var Atli Sigurjónsson, ið skoraði reint hattrick fyri KR í kvøld.

 

KR 4 - 0 ÍBV

 

 1-0 Sigurður Bjartur Hallsson ('9)

 

 2-0 Atli Sigurjónsson ('37)

 

 3-0 Atli Sigurjónsson ('53)

 

 4-0 Atli Sigurjónsson ('87)

 

KR er nummar seks av teimum 12 liðunum í Bestu deildini í Íslandi við 24 stigum. Fimm stig eru upp til triðja plássið, har Víkingur hevur 29 stig. Góðu úrslitini hjá íslendsku liðunum í Evropa í ár fara at føra við sær, at trý tey ovastu liðini og steypavinnarin sleppa at kappast í Evropa komandi ár. 

 

Gunnar Nielsen vardi í kvøld málið hjá FH, ið var fyri greiðum 0-3 tapi móti KH á heimavølli. Longu í steðginum var KA á odda 2-0. 

 

 0-1 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('25)

 

 0-2 Nökkvi Þeyr Þórisson ('39, brotsspark)

 

 0-3 Bryan Van Den Bogaert ('83)

 

FH er í holt við helst tað ringasta kappingarárið í hesari øldini. Teir liggja triðaftast í deildini við 11 stigum, bert eitt stig omanfyri Leiknir sum hevur leikt tveir dystir færri. 

 

Støðan

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik15122141:1538
2KA1693431:1830
3Víkingur R.1492333:2029
4Stjarnan1567228:2125
5Valur1573527:2424
6KR1666425:2324
7Keflavík1553727:2818
8Fram1546528:3218
9ÍBV1626821:3312
10FH1625916:2811
11Leiknir R.1424812:2610
12Akranes1515914:358

 

 

 

Hetta eru torførir dagar hjá Gunnari Nielsen og liðfeløgunum í FH (Mynd: mbl.is)

Hetta eru torførir dagar hjá Gunnari Nielsen og liðfeløgunum í FH (Mynd: mbl.is)