Nýggj frágreiðing í Danmark vísir, at sínámillum harðskapur í parløgum er vanligasti harðskapsformur í parløgum.
Tá tað snýr seg um harðskað í parløgum, eru tað oftast báðir partar, sum sláa.
Tað vísir nýggj kanning, sum »Dialog mod Vold og Syddansk Universitet« hava gjørt fyri javnstøðuráðfrúnna í Danmark, Karen Elleman.
Frágreiðingin tekur saman um eldri altjóða gransking um harðskap í parløgum.
Har kann lesast, at tað er vældokumenterað, at innanhýsis harðskapur ofta er í parløgum við harðkapi. Eins og at kvinnur, sum eru í parlagi, har báðir partur fremja harðskap, fremja harðskapin eitt sindur oftari enn menn.
Men frágreiðingin leggur eisini dent á, at menn gera kvinnum størri kropsligan skapa við teirra harðskapi.
– Frágreingin ger myndina parløgum fjølbroyttari. Tað er týdningarmikið, at vit geva gætur, at harðskapur verður framdur á ymsan hátt, og at bæði kvinnur og menn kunnu vera fyri harðskapi, um vit vilja harðskapinum til lívs.
– Men eg vil fegin leggja dent á, at tað á ongan hátt má taka fokus burtur frá, at størsti trupulleikin er harðskapur ímóti kvinnum. Tí tað er her, at meginparturin av álvarsomu trupulleikunum eru, sigur Karen Ellemann.
Frágreiðingin vísir harumframt, at ung í Danmark eru fyri munandi meiri sálarligum harðskapi frá unnustum enn kynsligum harðskapi. 4 út av 10 næmingum í 7. flokki hava soleiðis upplivað, at tey at verið fyri sálarligum harðskapi frá unnusta ella unnustu.
– Eg haldi, at tað er skelkandi, at so mong ung heilt niður í 7. flokk siga, at tey hava verið fyri harðskapi frá unnusta ella unnustu, sigur javnstøðuráðfrúan, Karen Ellemann.
Tann vanligi sálarligi harðskapurin millum ung strikar undir týdningin av, at sálarligur harðskapur verður javnsettur við kropsligan harðskap.
Danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen segði við DR fyrr í dag, at tað skal vera ein serlig áseting í revsilógini, sum bannar sálarligum harðskapi.
Boðini koma, eftir at Alternativið, Eindarlistin og Tey Radikalu í november løgdu fram uppskot í Fólkatingum um at skerpa lógina um sálarligan harðskap.
/ritzau/