Nú er herviliga húðsjúkan, skrubb, staðfest á landsins størsta skúla, Glasi.
Í morgun boðaði leiðslan á Glasi teimum lesandi, frá, at skrubb er staðfest á Glasi og tí mælir hann teimum til at halda eyga við um tey fáa útslett, sum skriðar. Og um so er, eiga tey at venda sær til lækna fyri at fáa viðgerð.
Herfyri boðaði Apotekið frá í KvF, at skrubb er ein veksandi trupulleiki tí tað eru alsamt fleiri, sum fáa skrubb. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at skrubb er vorðið mótstøðuførari fyri vanligu viðgerðini.
Apotekið sigur, at skrubb er ein húðsjúka, sum kemur av skrubbmottuni ið grevur gongdir í húðina, har hon leggur egg.
Eggini verða til ormverur, sum ferðast víðari í húðini og tað serliga við skrubb er, at tað skriðar øgiligt, serstakliga um náttina, tí skrubbmottan trívist væl í hita.
Skrubb sæst serliga ímillum fingrarnar, um hondliðini, í húðini við nalvan og á kynsgøgnunum.
Tað ganga einar tvær til seks vikur frá tí at ein er smittaður til tað fer at skriða og hann kann vera so ringur, at fólk klóra sær til tað bløðir. Skrubb smittar við tættum kropsligum sambandi - serliga í seingjarhitanum. Børn kunnu eisini verða smittað, tá ið tey spæla saman.
Skrubb klárar seg einar tveir til fýra dagar seingjarklæðum, so í summum førum kunnu fólk eisini verða smittað tann vegin.
Er skrubb staðfest í einum húski, skal alt húski í viðger fyri. Hinveginer tað ikki neyðugt at viðgera hini í skúlaflokkinum ella barnagarðinum, uttan so at sjúkueyðkenni eru staðfest.
Men seingjarklæðir skulu vaskast á minst 60 stigum og klæðir, og annað, sum ikki tolir so nógvan hita, eiga at verða løgd til viks í eina viku, ella í frystiboksina í eitt samdøgur.
Annars eru hyggjuráðini eisini at leggja øll seingjarklæðir, madrassur og koddar, til viks í nakrar dagar.