Fríggjadagin 10. oktober fóru, 21 svimjarar, 4 leiðarar og venjarar, úr Føroyum við Atlantic og fleyg yvir París til Antalya. Liðið verður aftur í Føroyum sunnudagin 19. oktober.
Gloria Sport Arena er ein tann kendasti venjingardepilin í okkara parti av heiminum. Her er alt, ið ein kann droyma um. Umframt svimjing eru umstøður til so at siga allan ítrótt. Hotellið og venjingardepilin er í einum, so stutt er til allar møguleikarnar.
Svimjiumstøðurnar eru framúr, uttandura langhylur við 10 geilum, uttandura 25 metra hylur við 6 geilum. Olympiskur kavingarhylur og innandura langhylur við 5 geilum. Harumframt eru framúr umstøður til landvenjing og styrkivenjing. Svimjararnir fáa eisini møguleika at royna cryoterapi, ið er frystiviðgerð. Vant verður í langhylinum tvær ferðir hvønn dag, og venjingarnøgdin liggur um 10 km dagliga. Harumframt verða eisini gjørdar landvenjingar og styrkivenjingar.
##med2##
Umframt teir 21 svimjararnar eru leiðarar og venjarar: Anna Eidesgaard, Bjørg Ólavsdóttir, Fríð Dam Lindberg og Jon Hestoy. Svimjararnir eru: Bartal E. Eidesgaard, Isak Brisenfeldt, Oddvá Sedea D. Nattestad, Ólavur W. Jákupsson, Óli Mikkelsen, Silas Dam Lindberg, Halla Háfoss, Lilja Lenvig Harrysdóttir, Sigbjartur J. Egholm, Mariella Henriksen, Andrias Mellemgaard, Jónatan Samuelsen, India Linnea Bech, Lilja Sørensen, Jóhannis í Stórustovu, Theodor Salter, Teitur Miné Róason, Símun Eliassen, Nóa Róason Stakksund, Noomi Hella Jacobsen og Bragi Bjarnason.
##med3##
HS Frá vøggu til grøv
Havnar Svimjifelag var stovnað 8. september 1938 og er, við góðum 300 limum, størsta svimjifelag í landinum. Havnar Svimjifelag hevur svimjiskúla, kappingarlið og rørslulið. Svimjing skal vera ein ítróttur frá vøggu til grøv. Við nýggja langhylinum hevur Havnar Svimjifelag fingið einastandandi møguleikar. Ætlanin er at skapa ein svimjidepil í Gundadali.
Formaður í Havnar Svimjifelag er Ian Salter.
##med4##
##med5##
##med6##