Havnin í fokus hjá Jón Magnusi

Málningaframsýning við Jón Magnus Joensen læt í dag upp í Smiðjuni í Lítluvík, og opið verður fram til og við týsdagin klokkan 18.

Málningaframsýning við Jón Magnus Joensen, sum gekk á listaskúla í Danmark í 2003, læt í dag upp í Smiðjuni í Lítluvík, og framsýningin verður opin í døgunum, 22.-26. februar.

 

Framsýningin er miðsavnað um Havnina, og við skiftandi myndevnum lýsir Jón Magnus Joensen høvuðsstaðin. Hetta er ein fjølbroytt framsýning við bæði smáum og stórum málningum og fjølbroyttum litsamansetingum.

 

Jón Magnus Joensen hevur gjøgnum árini havt nógvar málningaframsýningar ymsastaðni, og hann hevur eisini luttikið á sensureraðum framsýningum.

 

Forvitnisliga framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík, sum læt upp í dag klokkan 15, verður opin bæði leygardagin, sunnudagin, mánadagin og týsdagin.

 

Í morgin, leygardagin, verður opið frá klokkan 10-18, og sunnudagin verður opið frá klokkan 14-18. Hinar báðar dagarnar, mánadagin og týsdagin, verður opið frá klokkan 14-18.