Torshavn.fo:
GDS-Indexið fevnir um fleiri enn 100 ferðamál úr øllum heiminum og er ein leiðandi altjóða máting av burðardygd innan ferðavinnu.
Global Destination Sustainability Index (GDS-Index) er fremsta altjóða máting innan burðardygd í ferðavinnu og tiltøkum. Úrslitið er grundað á dátur út frá m.a. umhvørvi, sosialari ávirkan, ferðavinnuveitarum og ferðamálsstýring. Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands limaðu seg inn í GDS Indexið í 2019.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur: “Tað er ein raðfesting hjá Tórshavnar Kommunu at menna eina burðardygga ferðavinnu. Vit eru sera fegin um, at miðvísa arbeiðið við at skráseta gevur úrslit, og at Tórshavn er millum tey 30 fremstu ferðamálini í heiminum innan burðardygd”.
Hon leggur afturat:
“Kommunan fer framhaldandi at seta sær nýggj og viðkomandi mál fyri koma longri upp eftir stiganum, tí hetta gagnar bæði borgarum og ferðafólkum í kommununi. Eisini hava vit sum mál at vera millum okkara dugnaligu norðurlendsku grannabýir á burðardyggu leiðini, og sum raðfesta burðardygd.
Til komandi ár er ætlanin m.a. at fáa nýggja umhvørvispolitikkin fyri kommununa lidnan og settan í verk, at fáa skiljing og endurnýtsluna av ruski í eina fasta legu og eisini at raðfesta spillvatnsskipanina.”
Brim H. Hoydal, sum hevur ábyrgd av GDS-skrásetingini vegna Visit Faroe Islands, Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn, sigur:
“GDS Indexið er eitt frálíkt amboð í arbeiðinum móti at gerast eitt burðardygt ferðamál. At kappast við onnur ferðamál í heiminum og serliga okkara norðurlendsku grannar ger, at vit framhaldandi mugu arbeiða hart fyri at gerast betri. Tað er gott og sunt fyri okkara vinnu, okkara kommunu og okkum sum ferðamál. Til næstu góðkenning fari eg staðiliga at heita á ferðavinnuveitarar og ferðavinnustøð um at byrja arbeiðið við grønum góðkenningum, tí tað er har vit serliga eru eftirbátur í Føroyum.”
Harafturat er burðardygd ein týdningarmikil partur av kappingarførinum hjá Føroyum sum ráðstevnu- og vinnuferðaland:
“Vinnuferðavinnugestir seta serliga høg krøv til burðardygd, og kappingin um hesar gestir er beinhørð. Tískil er hetta ein grundleggjandi liður í at marknaðarføra Føroyar sum eitt nútímans og álítandi ferðamál.”