Heimasandsmaðurin sum gjørdist fyrsti borgarstjórin í Havn

Hann skipaði fyri fyrsta fólkafundinum, var til at stovna Havnar Bóltfelag, Havnar Framburðsfelag, hann var fulltrúi hjá sorinskrivaranum, politikari og sýslumaður

100 ÁRA MINNI: Í morgin, leygardagin klokkan 16, skipar felagið Ættarbandið fyri forkunnugum fundi í Miðlahúsinum í Havn, har Ólavur Clementsen fer at greiða frá um Mads Andreas Winther, sum var hin fyrsti borgarstjórin í Havn eftir nýggju skipanini. Tiltakið er samstundis liður í 100 ára haldinum hjá Tórshavnar Kommunu.


M. A. Winther varð føddur í 1871 á Sandi, og í skúlanum har fekk hann fyrsta barnalærdóm sín. Níggju ára gamal varð hann í 1881 sendur til Havnar at ganga í realskúla, men alla sína skúlatíð stundaði hann suður aftur til heimbygdina.?Tá hann hevði gingið til og var fermdur, var hann í tvey ár skrivstovudrongur sorinskrivarans, men fór so suður aftur til Sands og tókst við fyrifallandi arbeiði.


Næstrafólk hansara vóru skúlahugað og hámentað fólk, fleiri teirra høvdu verið skúlaskeið á donskum háskúlum. Nú stuðlaðu tey honum at leita sær kunnleika og at víðka sær sjónarringin við at fara á danskan háskúla. Á heysti 1890 fór hann niður á Vallekilde.


Heimafturkomin var hann fyrst eitt skifti í heimbygdini, flutti so aftur til Havnar, har hann gjørdist skrivstovumaður á sorinskrivaraskrivstovuni.


Hetta var mitt í sprettandi tjóðskapartíðini, og Mads var ikki seinur at leggja uppí.


Annan hvítusunnudag 1894 skipaði hann saman við skopuninginum Jóhan Hendrik Poulsen fyri fyrsta fólkafundinum í Føroyum. Hann varð hildin undir Traðarhamri á Sandi við gudstænastu, røðum og sangi. Umframt innbjóðararnar røddu R. C. Effersøe, Jóannes Patursson og Just Jacobsen.


Frá 1899 til 1916 sat M. A. Winther sum skrivarafulltrúi, og hesi árini luttók hann dúgliga í politiskum eins væl og øðrum felagslívi.

Í 1903 var hann við til at stovna veljarafelagið »Føroya Framburðsfelag«, sum fekk stóran leiklut í politiska stríðnum, sum tók seg upp fyrst í øldini. Mads varð valdur á ting í 1905 og í Tórshavnar býráð í 1908 – og hann varð fyrsti borgarstjóri í Havn eftir nýggju skipanini. Hann var við til at íbirta Havnar bóltfelag 1904 og var sum longu nevnt ein av høvuðsmonnunum í Havnar Ungmannafelag, ið varð stovnsett í 1906.


Í 1916 fekk Mads Andrias Winther sýslumansembætið í Sandoynni og flutti suður til føðibygd sína at búgva. Her búði hann til deyðadags í 1923.


Bókmetaverk:?

Tað mesta av tí, M. A. Winther skrivaði, varð skapað í sambandi við Havnar Ungmannafelag og blaðið »Baldursbrá«, og tað varð til á sín serliga hátt. Teir vinmenninir, sum íbirtu felagið, komu javnan saman til prát og kjak, og av og á vórðu søgur skrivaðar. Tær vórðu til á tann hátt, at Mads Andrias segði søguna, meðan Petur Alberg skrivaði niður frásøgn hansara. Av hesum er stílurin merktur.


Eftir innihaldi ber til at býta prosaskaldskap Mads Andriasar upp í tríggjar bólkar.?Hin fyrsti fevnir um prosastubbar í háfloygdum stíli, har skaldið eldhugað ber føðilandinum kvøðu. Ein teirra endar soleiðis:


»Latið okkum av røttum virða og elska okkara land og fólk; latið okkum unna teimum tað besta! Leggja lív til, um nýtist.

Gud signi mítt føðiland, Føroyar!«


Annar bólkur eru søgubrotini, ið skaldið sjálvt sigur vera brot úr ætlaðari longri søgu. Vit kunnu nevna: »Brandur«, »Meðan teir tingaðu um aldursstyrk«, »Hevnd mín røkkur í triðja og fjórða lið« og »Tróndur prestur«, sum sipar til táverandi Sandoyarprest, A. C. Evensen, og stríð hans at fáa loyvi at nýta føroyskt mál í kirkjunum.


Triði bólkurin eru tær meira heilskapaðu stuttsøgurnar.

Tær eru eisini av ymsum slag, søgur, ið bygdar eru á munnligar frásagnir úr heimbygdini, t. d. »Eitt heppið bragd« og »Tá Óli róði deyðaróður sín«, skemtisøgur sum t.d. »Tá ið Mikkjal bleiv konfirmeraður« og skúlasøgurnar úr K., og søgur, har nortið verður við sosialar skeivleikar í samfelagnum.


M. A. Winther er ein hin fyrsti føroyingur, sum alment ber fram partar av sosialistisku hugsjónini. Hann visti um vekingina, ið farin var fram innan arbeiðandi fjøldina seinastu árini av 19. øld, og hann var hugtikin av hesi áskoðan, at øll fólk áttu javngóðan rætt til jørðina.


Sum politikari arbeiddi hann áhaldandi fyri hesi hugsjón, uttan at vinna stórvegis sømdir, og sum skald tekur hann altíð hin minni menta í forsvar. Nóg mikið er at nevna samhugin, hann sýnir neyðardýrunum í »Snarljós«, og høggini, hann gevur bæði verðsligu og andaligu yvirvøldini í søguni »Hungur«.

Kelda: snar.fo