Heimasigrar til NSÍ og B36 - javnleikir í Klaksvík og Norðragøtu

Her eru málskjúttarnir í dagsins dystum í Betrideildini hjá monnum

Fýra dystir vóru leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag.

 

KÍ hevur framvegis ikki tapt í 19 dystum, men misti í dag stig, tá teir fyri aðru ferð í dag leiktu javnt móti HB. Tað bleiv talan um málleysan javnleik á vøllinum við Djúpumýru.

 

Víkingur megnaði ikki at knógva ein sigur móti EB/Streymi á heimavølli, meðan NSÍ og B36 vunnu á heimavølli móti ávikavist FC Suðuroy og B68. 

 

KÍ-HB 0-0

 

B36-B68 1-0 (0-0)

 

1-0 Bogi Reinert-Petersen, br. (67.)

 

NSÍ-FC Suðuroy 3-1 (1-1)

 

1-0 Beinir Nolsøe (13.)

 

1-1 Salmundur Bech (32.)

 

2-1 Klæmint Olsen (62.)

 

3-1 Michal Przybylski (82.)

 

Víkingur-EB/Streymur 1-1 (0-0)

 

0-1 Thomas Bjørn Miezan (64.)

 

1-1 Jákup Johansen (68.)

 

Kelda: dystir.fo 

 

NrLIÐSTDSVDJDTDMFMM
1.5319172062854
2.NSÍ45201433742648
3.HB45201433452916
4.Víkingur322095630237
5.B3628208483033-3
6.EB/Streymur24196672132-11
7.B68192054112446-22
8.FC Suðuroy132041151850-32
9.TB112025132061-41
10.07 Vestur102031162440-16