Heldur frælsur í felagsskapi

Loysing fyri loysingina skyld lítla undirtøku millum fólk ? heldur frælsur í felagsskapi enn snúltari uttanfyri!

Sambært seinastu veljarakanning eru bert smá 28 % av Føroya fólki fyri loysing frá Danmark. Hetta samsvarar helst væl við tey 33% í 1946, tá fólkaviljin í Føroyum reelt heldur ikki var fyri eini loysing. Við 66% vallutøku í 1946 taldu 33% av føroysku veljarunum gott 50% til fólkaatkvøðuna. Í síni lítlu Grønu sigur Høgni Hoydal um fólkaatkvøðuna í 1946: ?En af de mest vægtige grunde til, at folkesfstemningen i 1946 resulterede i et flertal for en selvstændig færøsk stat, var dannelsen af en politisk gruppe, der som de eneste rejste landet rundt og agiterede for et ja til løsrivelse? (síðu 35).

Einvegis loysingarpropa-ganda í 1946 gav helst nøkur eyka prosentir til loysingina, og hetta man hava givið okkara propagandaministara, Høgni Hoydal, blóð upp á tonnina. Men nationalromantiskar myndatalur, líknilsir ella allegoriir uttan realpolitiskan substans er ikki nóg mikið fyri Føroya fólk anno 2000. Í tvey ár hevur okkara propagandaministari brúkt um 20 mill. krónur úr Landskassanum til einvegis loysingar propaganda. Svarandi til danska fólkatalið hevði upphæddin verið 2 milliardir krónur. Úti í heimi fær slíkt avleiðingar, men í Føroyum gongur tað ? enn?

Ístaðin fyri at savnast um faktuel virðir í ríkisfelagsskapinum hava ávís innan loysingarrørsluna spesialiserað seg í at tala niðrandi um danir og ríkisfelagsskapin bygt á ógrundaða útspilling og illgiting. Til tíðir hava hesir loysingar haturfuglar eitt so ónærisligt flog, sum bert fjøtraðar undirlutakenslur ella íborið trælalyndi kann geva íblástur til, men sjáldan verður hann lukkuborin, ið sinni ber av trælli!

Blokkstuðulin, sum so mikil hávi verður gjørdur burturúr, er eingin fortreyt fyri ríkisfelagsskapin, men ein kærkomin útjaðarastuðul tá brúk er fyri honum. Gera vit blokkstuðulin til nakað odiøst ella til syndabukk, renna vit okkum føst í okkara egna praksis av útoyggja stuðuli, og niðurgera tey sum har búgva, tí at tey taka ímóti útjaðarastuðuli. Blokkstuðul ella útjaðarastuðul er ein politisk avgerð, sum ikki eigur at verða brúktur sum moralsk kastibløka.


Trongdskygdur nationalromantikkur

Loysingarrørslan hevur við sínum trongdskygda nationalromantikki avdúkað eitt óføroyskt fundamentalistiskt grundstøði, sum frammanundan útihýsir eini demokratiskari framferð. Við áhaldandi propagandatiltøkum, har bert loysingar meiningar vinna frama, verður roynt at snara og reingja veruleikan. Trúttað verður niður í fólk, at tað er óføroyskt at vera samríkissinnaður, og at samríkisfólk eru ábyrgdarleys. Hetta hóast nógv tann størri parturin av Føroya fólki sambært seinastu meiningarkanning er samríkis sinnað, og at flestu ynskja eina nýskipan innan fyri ríkisfelagsskapin.

Enn eru ongar ítøkiligar konsekvensrelateraðar ætlanir gjørdar fyri fullveldið Føroyar, sum lýsa korini her á landi undir einum tilhugsaðum fullveldi. Tá hugsað verður um, at vit liva í einum landi, har tú ikki fært lán til eitt høsnarhús, uttan at bæði náðgreiniligar tekningar og fíggjarætlan fyriliggja, kann ein spyrja hvar ábyrgdarkenslan er í hesi ?prøv lykken? loysingini?

Hóast alt tosið um loysing og gylt lyftir so fyriliggur heldur ikki so mikið sum eitt uppskot til eina tentativa ella ætlandi ?fullveldisfíggjarlóg?. Sambært íslendsku kanningina fellur vælferðin hjá Føroya fólki við 24% um loysing verður. Eisini danir meta, at ein loysing kemur at geva føroysku vælferðini eitt skot fyri bógvin, soleiðis at okkara vælferð eftir eina loysing kemur niður á støði hjá skotum ella kanska heilt niður á støði hjá teimum í Portugal. Loysingin kemur sostatt at krevja, at tað almenna skal spara hundraðtals mill. krónur um árið, við hópuppsagnum hjá tí almenna til fylgju.

Trongdskygdur nationalromantikkur er eitt haft um beini hjá frælsis hugaðum fólki, tí hann fastlæsir bæði tað persónliga ? og demokratiska frælsið. Guð náði tann loysingar arminga, sum her hjá okkum vendir sær frá síni einoygdu nationalromantisku ideologi og mennist fram til eina meiri fjøltáttaða konsekvensrelateraða ideologi, har realiteturin stendur við stýrisvøl. Onkur fráfallin loysingar romantikari hevur enntá verðið kravdur at skrifta í bløðunum!

Nationalromantikkur av øllum slagi hevur altíð klingað væl í oyrunum á ungdóminum, og tað er eisini har loysingarrørslan við síni propaganda hevur stóra undirtøku. Ungdómurin er kensluborin og lættur at ávirka, og tekur ikki altíð dagar ímillum veruleika og propaganda, sum vit eisini kenna alt ov væl frá týsku ungdómsrørsluni undir seinna heimsbardaga.


Ríkisfelagsskapurin sum familjuband

Loysingarrørslan tosar ofta um ríkisfelagsskapin sum eina familju, sum vit eiga at vaksa okkum úr og flyta heimanífrá. Um vit blíva í myndataluni, so er ríkisfelagsskapurin ikki so ólíkur einum hjúnabandi, har ávísar avtalur og tilhoyrandi bindingar eru galdandi, og at hvør parturin ger tað, sum hon/hann er best/bestur til. Úrslitið er trygd og trivnaður, har familjubond røkka hvørjum øðrum í einum fíggjarligum fyrimuni og útjavnan. Loysingarrørslan konkluderar harafturímóti, at frælsi finst ikki í einum hjúnarbandi (ríkisfelagsskapi), men at bert ?singlar? tvs. gamlar gentur og gamlir dreingir hava frælsi til at føla seg fræls og frí?

Ynskir ein at standa uttanfyri ein felagsskap - tað veri seg hjúnaband ella ríkisfelagsskap ? so fella felagsrættindini og skyldur burtur. Loysingarrørslan eigur at gera sær hetta greitt og gevast við síni snúltandi og mannminkandi framferð á økinum.

Í okkara 600 ára gamla ríkisfelagsskapi við Danmark hava vit í Føroyum megnað at tryggja okkum eitt nútímans samfelag við eini vælferð og einum útbúgvingarstøði og persónligum frælsi, sum fá av okkum vilja vera fyri uttan. Danska Stjórnin og Fólkatingið hava eisini latið okkum vitað, at ein møguligur nýskipanarsáttmáli innan fyri ríkisfelagsskapin kemur at hava bæði høgt til loft og vítt til veggja, eisini tá talan er um frælsi og ábyrgd.

Tað er púra burturvið, at loysingarrørslan í Landsstýrinum ikki vil kanna møguleikarnar fyri eini nýskipan innan fyri okkara 600 ára gamla ríkisfelagsskap, tá hetta sambært fleiri meiningarkanningum er fólksins vilji. Hvussu kann loysingarrørslan siga, hvat ið er best fyri Føroyar og Føroya fólk, tá tey bert kenna loysingar møguleikarnar í propaganda stíli og als onki kenna til møguleikarnar fyri eini nýskipan innan fyri ríkisfelagsskapin?

Gjørdu vit ístaðin sum Ísland, og arbeiddu fyri at eitt samt Løgting kundi staðið sum garantur fyri einum grundleggjandi nýskipanaruppskoti, sum bygdi á ítøkiligar og objektivar framtíðarætlanir, høvdu vit eitt ástøði eins og Ísland hevði, bæði við einum politiskum vilja og einum fólkavilja til at fremja eina realistiska nýskipan, sum fyri Føroyar p.t. liggur innan fyri ríkisfelagsskapin.

Íslendska framferðin var demokratisk fyrimyndarlig og úrslitið í 1918 og 1944 tala fyri seg: Bæði í Altinginum og til fólkaatkvøðurnar lógu ja-atkvøðunar millum 90 og 100%, tvs. næstan full semja ella konsensus.

Naggatódnin í verandi loysingar samráðingum millum Føroyar og Danmark ber boð um, at einvegis ?statspropaganda? ikki megnar at vinna á fólkaviljanum, og tað eiga øll demokratisk sinnað at frøast um. Sitandi samgonga er komin upp í rasshaft av politiskari ómegn og tvørrandi virðing fyri sakligar upplýsing, og átti at kent sín vitjunartíma og ikki sent fleiri ?Jákup Sibba? delegatiónir til Kjøpinhavnar at samráðast á hesum sinni!


Regin Eikhólm