Óhepin kúllur í útvaprinum

Útvarpið hevði í Góðan morg­un Føroyar í gjár prát við Jó­hann Mortensen, út­varps­mann, sum var so óheppin her­fyri at skriva eitt skeivt and­lát. Navnið á manninum, sum ringdi andlátið inn, varð lis­ið í staðin fyri navnið á tí deyða.

Hetta var sjálvandi ó­­heppið. Men hetta fær okk­um í Miðl­a­­húsinum at hugsa um eina næst­an 30 ára gamla søgu her úr húsinum við júst sama høvuðs­persóni.
Tað var Ingálvur av Reyni, list­­a­­mað­ur, sum hevði sent inn and­láts­lýsing í sambandi, at mamma hansara, var deyð.
Blaðmaðurin vildi spæla seti­kon­uni á Sos­i­al­i­num eitt puss og skoytti til stutt­leika upp í endan á heils­anini, at »...fór heim til Harran - eftir Sanatoriivegnum...«.
Hví eftir Sanatoriivegnum er fram­vegis, vita vit ikki, men hetta varð ikki upp­dag­að, fyrr enn blaðið varð prent­að, og tá var ov seint. Boð vórðu send í eystur og vest­ur eftir fólki við týssj at strika yvir orðini »...eft­ir Sanatoriivegnum...« í hvørjum einasta blað - og ó­hepni skemtarin fekk upp­gáv­­una at ringja til Ingálv av Reyni at biðja um umbering.
Sum tað edilga menniskja, sum Ingálvur var, so tók hann hetta við einum smíli – og í Miðl­a­húsinum smílast fólk enn eftir hesi søguni.