Í 28 ár hava norðmenn bíðað eftir, at teirra manslandslið í fótbólti sleppur at kappast í einum HM-endaspæli. Samstundis eru 26 ára síðani, at Noreg tók lut í einum EM-endaspæli.
Men nú hevur tjóðin vónir um, at Erling Braut Haaland, Martin Ødegaard og hinir fara at vinna Noregi heiður og æru í HM-endaspælinum.
Noreg er í innleiðandi HM-bólki I saman við Fraklandi, Fílabeinsstrondini og Irak.
Undan HM-endaspælinum spælir Noreg venjingardystir móti Svøríki og Marokko.
HER er HM-hópurin, ið landsliðsvenjarin, Staale Solbakken hevur tikið út:
Málverjar:
Ørjan Nyland (Sevilla)
Egil Selvik (Watford)
Sander Tangvik (Hamburg)
Verjuleikarar:
Kristoffer Ajer (Brentford)
Leo Skiri Østigård (Genoa)
Torbjørn Heggem (Bologna)
Sondre Langås (Derby)
Henrik Falchener (Viking)
Julian Ryerson (Borussia Dortmund)
Marcus Holmgren Pedersen (Torino)
David Møller Wolfe (Wolverhampton)
Fredrik Bjørkan (Bodø/Glimt)
Miðvallarar:
Martin Ødegaard (Arsenal)
Sander Berge (Fulham)
Patrick Berg (Bodø/Glimt)
Fredrik Aursnes (Benfica)
Kristian Thorstvedt (Sassuolo)
Morten Thorsby (Cremonese)
Vengur:
Andreas Schjelderup (Benfica)
Antonio Nusa (RB Leipzig)
Oscar Bobb (Fulham)
Jens Peter Hauge (Bodø/Glimt)
Thelo Aasgaard (Rangers)
Áleyparar:
Erling Braut Haaland (Manchester City)
Alexander Sørloth (Atlético Madrid)
Jørgen Strand Larsen (Crystal Palace)











