Tvær fjórðingsfinalur vóru leiktar í kappingini um løgmanssteypið hjá kvinnum í kvøld. Í báðum førum gjørdist talan um útisigrar.
Víkingur vann 1-0 á NSÍ við Løkin í Runavík, og 07 Vestur vann 2-0 á B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Tey fýra liðini, ið hava vunnið seg í hálvfinalurnar eru HB, KÍ, Víkingur og 07 Vestur.
NSÍ-Víkingur 0-1 (0-1)
0-1 Fríða Magnussen (14.)
B36-07 Vestur 0-2 (0-0)
0-1 Sissal Haraldsen (53.)
0-2 Evelin Da Silva Mastropasqua (58.)











