VIDEO: Mjällby fekk stig á torførum útivølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Elfsborg-Mjällby 1-1 (1-0)

Nýúttikni landsliðsleikarin, Áki D. Samuelsen fekk 35 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Mjällby hevði torføran dyst á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini móti Elfsborg. 

 

Dysturin á Borås Arena leikvøllinum endaði við javnleiki 1-1. Heimaliðið legði seg á odda longu í sjeynda minutti. Fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Jeppe Kjær javnaði til 1-1.

 

Heimaliðið, ið vóru favorittar undan dystinum rakti træverkið hjá Mjällby, og teir høvdu eisini fleiri málmøguleikar enn útiliðið. Tí var tað ikki so galið hjá Mjällby at fáa eitt stig við sær.

 

Mjällby er nummar fimm í deildini við 14 stigum fyri níggju dystir. Sirius Uppsala, ið ongantíð áður hevur vunnið svenska meistaraheitið er greitt oddalið við 22 stigum fyri átta dystir.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Elfsborg-Mjällby 1-1 (1-0):

 

##med2##