Mentanarnátt í urtagarðinum í gomlu Hoyvíkini

Fríggjadagin 5. juni á mentanarnáttini verður ókeypis rundvísing og søla av ymiskum føroyskum plantum í Villblómulundini, plantufrøðiligi urtagarðurin í gomlu Hoyvíkini.

 

Annleyg Patursson, urtagarðskona, verður at hitta í Villblómulundini, plantufrøðiligi urtagarðurin í gomlu Hoyvíkini, frá kl. 14-20. Ókeypis rundvísing er kl. 17 og kl 18, skrivar savn.fo.

 

Leygardagin 6. juni er plantusølan frá kl 10-12.

 

Mánadag 8. juni til og við mikudagin 10. juni er plantusølan frá kl 16-18.