A-landsliðsvenjarin hevur kunngjørt hópin, ið skal møta Kroatia á Tórsvølli, fríggjakvøldið 5. september, og Gibraltar á útivølli 8. september. Talan er um dystir í HM-undankappingini.
Málverjar:
- Bárður á Reynatrøð, Víkingur
- Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
- Bjarti V. Mørk, HB
Verjuleikarar:
- Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
- Gunnar Vatnhamar, Víkingur (Ísland)
- Samuel Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
- Odmar Færø, KÍ
- Viljormur Davidsen, HB
- Martin Agnarsson, Aarhuus Fremad (Danmark)
- Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
- Jann Benjaminsen, NSÍ
Miðvallarar:
- Brandur H. Olsen, NSÍ
- Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
- Jákup B. Andreassen, KÍ
- Noah Mneney, HB
- Geza Turi, Grimsby (Ongland)
- Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
- Árni Frederiksberg, KÍ
- Poul Kalsberg, Hillerød (Danmark)
- Jóannes Bjartalíð, Fredriksstad (Noreg)
Álopsleikarar:
- Páll Klettskarð, KÍ
- Meinhard Egilsson Olsen, Kolding (Danmark)
- Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Støðan í HM-undanbólki L er, at Kekkia hevur níggju stig fyri fýra dystir, Kroatia hevur seks stig fyri tveir dystir, Montenegro hevur seks stig fyri tríggjar dystir, Føroyar hava trý stig fyri tríggjar dystir, og Gibraltar hevur einki stig fyri fýra dystir.