Hergeir er sonur Emmu f. Midjord av Økrum og Johan Nielsen úr Sandvík. Hann er giftur Honnu f. Østerø úr Skálafirði. Hergeir Nielsen trein á politiska pallin longu eftir løgtingsvalið í november í 1978 – og gjørdist landsstýrismaður í triðja landsstýrinum hjá Atla P. Dam, sum varð skipað í januar í 1979.
Tað vóru tveir blaðungar landsstýrismenn, sum Tjóðveldisflokkurin valdi í landsstýrið ta ferðina. Samgongan, sum varð skipað eftir valið í 1974 millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin helt fram, men Tjóðveldisflokkurin valdi nýggjar landsstýrismenn at taka við eftir Finnboga Ísakson og Petur Reinert, sum báðir vóru valdir tingmenn.
Hergeir Nielsen var tá 29 ára gamal, meðan Heðin M. Klein var 28 ára gamal, og teir vóru tá teir yngstu landsstýrismenn nakrantíð. Síðani tá hevur vist bara Annliss Bjarkahamar tikið metið, hon var eisini 28 ár, tá hon tók við sum landsstýriskvinna í 2004.
Hergeir Nielsen hvarv aftur av poliska pallinum eftir løgtingsvalið í 1980 og Pauli Ellefsen skipaði »borgarliga alternativið« tann 5. januar í 1981. Ove Mikkelsen, sum hevði umboðað Tjóðveldisflokkin í Suðuroynni frá 1970 til 1978 varð valdur aftur á ting í 1980, men eftir valið í 1984 varð Hergeir Nielsen valdur á ting, og har sat hann til 1994, tá Tjóðveldisflokkurin – eins og Javnaðarflokkurin, fekk eitt sera vánaligt val og bert fekk fýra tingmenn.
Men tá Tjóðveldisflokkurin kom fyri seg aftur í 1998, var Hergeir Nielsen aftur millum tey átta tingfólkini – og hann er afturvaldur við øll trý løgtingsvalini síðani.
Hergeir Nielsen er útbúgving lærari frá Nørre Nissum Seminarium í 1972. Hann hevur heimaskiparaprógv frá 1982.
Hann var lærari á Strondum frá 1972-76, á Leiti frá 1976-91 og frá 1994, í Vági frá 1991-94, kommunuskrivari í Sumbiar kommunu frá 1984-89, blaðstjóri á 14. September frá 1992-94, Løgtingsformaður frá 1987-89 og frá 2008.