Hesir eiga bestu seyðirnar í landinum

Fýra av 12 virðislønum endaðu í Suðuroy

Savnsmynd

Er tað nakað, sum føroyingar hava áhuga fyri, er tað seyði. Men fyri at fáa so góðan seyð sum tilber, hava tey nú í fleiri ár skipað fyri seyðasýningum, har tey hava leitað eftir bestu brundseyðunum í landinum. Í hesum sambandi verður hugt eftir, hvussu beinini eru, hvussu hornini eru og annars, hvussu seyðurin sær út.

 

Hvørt ár eru seyðasýningar kring landið og tey seyðirnir, sum vinna, eru so við á eini lands-seyðasýning á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

 

Og fríggjadagin var so aftur lands-seyðasýning í Kollafirði, og har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar í landinum.

 

Tilsamans vóru 12 virðislønir, tí nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki fekk virðisløn. Av teimum 12 virðislønunum endaðu fýra í Suðuroy.

 

Annars var úrslitið av lands-seyðasýningini hesaferð, hetta:

 

Veðragjólingar:

 

1. Virðisløn: Ólavur Reinert, Norðradalur

 

2. Virðisløn: Mattias Borgarlíð, Vestmanna

 

3. Virðisløn: Michael Bertholdsen, Hvalba

 

Veturgamlir veðrar:

 

1. Virðisløn: Sigtór Lützen, Syðradalur

 

2. Virðisløn: Øssur Andreasen, Kvívík

 

3. Virðisløn: Bjarni Jacobsen, Sumba

 

Eldri veðrar:

 

1. Virðisløn: Sigmar Berg Hentze, Hvalba

 

2. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba

 

3. Virðisløn: Hans Anders Jacobsen, Strendur

 

Savnsmynd