Í gjárkvøldið skipaði Búnaðarstovan fyri tiltakið, har úrslitið av landsumfatandi seyðasýningini varð almannakunngjørt.
Har vórðu sostatt vakrastu veðragjólingarnir, vakrastu veturgomlu veðrarnir, og vakrastu eldru veðrar kosnir.
Búnaðarstovan sigur, at á hvørjum heysti eru seyðasýningar kring landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar. Teir verða síðani sýnaðir av úrvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni, sum ferðast um landið at sýna seyðirnar.
Og í gjárkvøldið varð so avdúkað, hvørjir vakrastu seyðirnir eru, og tað var sjálvur landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Høgni Hoydal, sum handaði steypini
Úrslitini vóru hesi:
Veðragjólingar:
1. Virðisløn Thorvald Lützen, Syðradalshagi, Syðradalur S
2. Virðisløn Absalon Hansen, Toftahagi, Heimistovupartur, Hósvík
3. Virðisløn Dánjal Pauli í Búðini, Norðari Spakiseyður, Velbastaður
Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn Absalon Hansen, Toftahagi, Heimistovupartur, Hósvík
2. Virðisløn Thorvald Lützen, Syðradalshagi, Syðradalur S
3. Virðisløn Búnaðarstovan, Heygshagi, Kollafjørður
Eldri veðrar:
1. Virðisløn Jaspur Bjartalíð, Fyrri innan Glyvur, Innan Glyvur
2. Virðisløn Thorvald Lützen, Syðradalshagi, Syðradalur S
3. Virðisløn Sjúrður Jógvansson, Skálafjall, Miðjan, Skáli
Búnaðarstovan hevur eisini tikið allar seyðirnar upp á video, og tað sæst við at klikkja her: http://www.bst.fo/Default.aspx?ID=13825