Tað endaði málleyst, tá ið KÍ seinnapartin hevði vitjan av HB. Hetta er fyrsta ferðin í meiri enn seks ár, at tað er endað málleyst, tá ið KÍ og HB hava dystast. Í fyrsta umfari í 2019, sum var 10. mars, endaði tað í Klaksvík 0-0, tá ið HB var í Klaksvík.
Hetta var fyrsta ferðin í ár, at KÍ fór av vøllinum uttan at skora mál.
24. august er stovningardagurin hjá KÍ, sum varð stovnað í 1904 og í dag hevur 121 ár á baki.
Hóast áskoðararnir kendu tað ikki so undarhaldandi, sum tað ofta hevur verið, tá ið hesi bæði liðini hava dystast, so heldur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, at talan var um góðan dyst:
-Báðir partar góvu seg fult og heilt, og tað vóru møguleikar, so tað kundi verið øðrvísí úrslit, enn tað varð. Hetta var intenst, og nú venda vit fokus ímóti leygardegnum, tá ið vit skulu spæla á Vágseiði. Hjá okkum er neyðugt at vera fokuseraðir, um vit skulu vinna FM heitið, og tað ætla vit okkum at gera, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við FM1 útvarpið.
HB liðformaðurin Viljormur Davidsen noyddist longu í fyrra hálvleiki av vøllinum, tí hann var skaddur. Tað órógvar serliga, tá ið havt verður í huga, at landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein fyrrapartin í morgin fer at kunngera hvørjar spælarar hann hevur boðsent at vera við í landsdystunum ímóti Kroatia og Gibraltar.
-Tað sær út til, at talan er um slag í skinnabeinið, og tað plagar ikki at vera so leingi, inntil tað er burtur. Vit fáa at síggja, um hetta er soleiðis. Vónandi er tað ikki tað slagi av skaða, sum fyrr í ár var orsøk til, at eg ikki spældi við í fleiri umførum, sigur Viljormur Davidsen.
Málleysa javnleikin ímóti KÍ er HB liðformaðurin nøgdur við, men tað riggaði ikki akkurát soleiðis, sum hann og teir høvdu ætlað:
-Vit høvdu ætlað at verið meiri á bóltinum, enn vit vóru. Tað var intenst og ivaleyst bar gongdin brá av, at báðir partar vóru meiri varnir og tilvitaðir um ikki at tapa heldur enn at leggja fyri í álopsspælinum, staðfestir Viljormur Davidsen.
Tølini siga, at KÍ vann sjey hornaspørk, og at HB vann eitt hornaspark, og at KÍ hevði seks royndir á og framvið mótstøðumálinum, meðan HB hevði eina roynd.
Nú 20 umfør eru farin, hevur KÍ vunnið 17 ferðir og tvær ferðir spælt javnt ímóti HB. KÍ eigur útsettan dyst á útivølli ímóti EB/Streymi.
Síðani André Olsen tók við venjarastarvinum í HB hevur liðið ikki tapt í heimligu landskappingini. Úrtøkan er níggju sigrar og tríggir javnleikir.
Tað slepst ikki undan hjá KÍ at verða roknað at vera stórfavorittur at vinna FM. KÍ hevur 53 stig fyri 19 dystir, og HB hevur 45 stig fyri 20 dystir.
Undan landsliðssteðginum fara bæði KÍ og HB leygardagin til Suðuroyar. KÍ fer at spæla í Vági, og HB fer at spæla í Trongisvági.