Tær fyrstu royndirnar hjá nýggja biogassverkinum at lata Fjarhitafelagnum hita, hava eydnast væl. Tað sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarðhitafelagnum, í eini fráðboðan í morgun.
Biogassverkið, Førka, hevur higartil klárað at veitt Fjarhitafelagnum 800 kW um samdøgrið og tað svarar til hita og heitt vatn hjá umleið 250 húsarhaldum. Málið er, at Fjarhitafelagið fær 1,3 MW av grønari hitaframleiðlsu um samdøgurið frá Førka og tað svarar til hita og heitt vatn til 400 sethús.
Stjórin í Fjarhitafelagnum sigur, at hetta er fyrsti grøni hitin, sum ikki er frá brennistøðini á Hjalla ella sum er avlopshiti frá Sundsverkinum. Hann sigur, at ætlanin at halda fram at byggja bæði vindorku og sjóvarhita upp í skipanina.
Hann sigur, at hóast tað er eitt umfatandi arbeiði at leggja fjarhita ígjøgnum høvuðsstaðin, er nógv vunnið, tá ið fjarhitaleiðingin er liðug, tí hon kann í roynd og veru bera hita frá øllum hugsandi grønum orkukeldum til húsarhald og bygningar í høvuðsstaðnum.