HM-áttandapartsfinalan millum Meksiko og Ongland á søguríka Azteka leikvøllinum í Meksiko býi verður ein tíma seinkað.
Dysturin skuldi byrja klokkan eitt í nátt - føroyska tíð - men nú byrjar dysturin ikki fyrrenn klokkan tvey.
Altjóða fótbóltssambandið, FIFA hevur tikið avgerðina orsaka av regni og vandanum fyri, at toran fer at ganga.
FIFA skrivar m.a. : - Trygdin hjá øllum er aðalmálið hjá FIFA. Vit takka øllum fjepparum fyri teirra vælvild og samstarv.
Sostatt verður dysturin millum Meksiko og Ongland í fyrsta lagi liðugur klokkan fýra í nátt. Og verður longd leiktíð og brotssparkskapping fer klokkan at nærkast fimm.
Tað vera bara størstu náttarravnarnir, ið koma at síggja dystin.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











