HM: Gana skoraði sigursmálið í 95. minutti

Ongland og Gana eru fremst í innleiðandi HM-bólki I

Mynd: Ritzau Scanpix

Ongland og Gana eru fremst í innleiðandi HM-bólki I við trimum stigum hvør. Kroatia og Panama hava einki stig.

 

Miðvallarin hjá FC Nordssjælland, Caleb Yirenkyi gjørdist stóra hetjan hjá Gana, tá hann fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði sigursmálið hjá Gana móti Panama á BMO Field leikvøllinum í Toronto.

 

Sammett við hin dystin í bólkinum Ongland-Kroatia 4-2 (2-2) var talan um ein rættiliga keðiligan dyst. 

 

Gana-Panama 1-0 (0-0)

1-0 Caleb Yirenkyi ('90+ )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Gana og Panama. 

 

Komandi týskvøld klokkan 21 spæla Ongland og Gana toppdyst á Gillette leikvøllinum í Foxborough í Massachusetts. Tríggjar tímar seinni byrjar dysturin millum Kroatia og Panama á BMO Field leikvøllinum í Toronto. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix