HM: Kap Verde skrivaði glæsuliga fótbóltssøgu

Landsliðið hjá lítla afrikanska oyggjastatinum hevur vunnið seg til HM-endaspælið

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Kap Verde - ella Grønhøvdaoyggjarnar - hevur í dag skrivað glæsuliga fótbóltssøgu.

 

Á Estádio Nacional de Cabo Verde leikvøllinum í høvuðsstaðnum, Praia eydnaðist tað landsliðnum hjá Kap Verde at tryggja sær bólkasigurin í undankappingarbólki D í afrikonsku HM-undankappingini. 

 

Frammanfyri 15.000 áskoðarum vann Kap Verde 3-0 á Eswatini. Kap Verde hevði 70 prosent av spælinum, og teir høvdu allar málroyndirnar, ið vóru innanfyri málrammurnar.

 

Í steðginum var støðan 0-0, men tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Kap Verde tvey mál innanfyri seks minuttir, og heilt móti dystarenda staðfestu teir sigurin. 

 

Kap Verde vinnur bólk D við 23 stigum fyri 10 dystir. Teir hava fýra stig fleiri enn gamla stórliðið, Kamerun.

 

Við 525.000 íbúgvum er Kap Verde næstminsta landið í søguni, ið vinnur seg til eitt endaspæl. Ísland, ið tók lut í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018 er minsta landið, ið hevur kappast í einum HM-endaspæli.

 

Onnur landslið sum hava vunnið seg til HM-endaspælið á fyrsta sinni eru Jordan og Usbekistan.

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix