Átta HM-undankappingardystir eru leiktir kring Evropa í kvøld.
Í bólki A helt Týskland fast í oddasessinum við einum teprum 1-0 sigri á Norðurírlandi í Belfast. Í sama bóli helt Slovakia lív í sínum HM-dreymi við 2-0 heimasigri á Luksemborg.
Aftaná fýra umfør hava Týskland og Slovakia níggju stig hvør. Norðurírland hevur seks stig, og Luksemborg er aftast við ongum stigi.
14. november verður leikt soleiðis: Slovakia-Norðurírland og Luksemborg-Týskland.
Í bólki B heldur niðurtúrurin hjá Svøríki fram. Í kvøld tapti Svøríki 0-1 fyri Kosovo á Ullevi leikvøllinum í Göteborg, og nú krevja nógvir svenskir miðlar og landsliðsfjepparar, at Jon Dahl Tomasson fær fótin sum landsliðsvenjari. Í sama bólki helt Sveis fast í oddasessinum við javnleiki 0-0 í útidystinum móti Slovenia.
Aftaná fýra umfør er Sveis oddalið við 10 stigum. Kosovo hevur sjey stig, Slovenia hevur trý stig, og Svøríki er aftast við bert einum stigi.
15. november verður leikt soleiðis: Sveis-Svøríki og Slovenia-Kosovo.
Í bólki D megnaði Ísland á Laugardalsvøllinum í Reykjavík ein flottan 2-2 javnleik móti fronsku stórfavorittunum. Frakland heldur tó fast í oddasessinum. Ukraina vann 2-1 á Aserbadjan.
Aftaná fýra umfør er Frakland oddalið við 10 stigum. Ukraina hevur sjey stig, og Ísland hevur fýra stig. Aserbadjan er aftast við einum stigi.
13. november verður leikt soleiðis: Aserbadjan-Ísland og Frakland-Ukraina.
Í bólki J helt Belgia fast í oddasessinum við einum góðum 4-2 útisigri á Wales. Í sama bólki megnaði Norðurmakedonia á heimavølli bert javnleik 1-1 móti Kasakstan.
Belgia er fremst við 14 stigum fyri seks dystir. Norðurmakedonia er nummar tvey við 13 stigum fyri sjey dystir. Wales er nummar trý við 10 stigum fyri seks dystir. Kasakstan hevur sjey stig fyri sjey dystir, og Liktinstein er aftast í bólkinum við ongum stigi aftaná seks dystir.
15. november verður leikt soleiðis: Kasakstan-Belgia og Liktinstein-Wales.
Norðurírland-Týskland 0-1 (0-1)
0-1 Nick Woltemade ('31 )
Slovakia-Luksemburg 2-0 (0-0)
1-0 Adam Obert ('55 )
2-0 Ivan Schranz ('72 )
Svøríki-Kosovo 0-1 (0-1)
0-1 Fisnik Asllani ('32 )
Slovenia-Sveis 0-0
Ísland-Frakland 2-2 (1-0)
1-0 Victor Pálsson ('39 )
1-1 Christopher Nkunku ('63 )
1-2 Jean-Philippe Mateta ('68 )
2-2 Kristian Hlynsson ('70 )
Ukraina-Aserbadjan 2-1 (1-1)
1-0 Oleksii Gutsuliak ('30 )
1-1 sjálvmál ('45 )
2-1 Ruslan Malinovskiy ('64 )
Wales-Belgia 2-4 (1-2)
1-0 Joe Rodon ('8 )
1-1 Kevin De Bruyne, br. ('18 )
1-2 Thomas Meunier ('24 )
1-3 Kevin De Bruyne, br. ('76 )
2-3 Nathan Broadhead ('89 )
2-4 Leandro Trossard ('90 )
Norðurmakedonia-Kasakstan 1-1 (0-0)
0-1 Dinmukhamed Karaman ('54 )
1-1 Enis Bardhi ('74 )