Ein løgreglubilur fór niður gjøgnum ísin í grønlendsku bygdini, Ittoqqortoormiit, men sum skilst var tíbetur eingin fólkaskaði.
Bilurin varð seinni fingin uppaftur við einari gravimaskinu.
Sermitsiaq veit at siga, at løgreglubilurin koyrdi út á ísin, sum nýliga er komin, men ísurin helt ikki til tunga løgregluakfarið.
- Sambært eygnavitnum fingu fólkini í bilinum eingi mein, og tey sluppu úr bilinum við egnari hjálp, veit Sermitsiaq í dag at siga.