Stóri spanski ítróttarmiðilin, Marca hevur kannað atgongumerkjaprísirnar til HM-finaluna, ið verður leikt á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í annaðkvøld klokkan 20.
Bíligasta atgongumerkið til HM-finaluna kostar 7.380 ameriskir dollarar. Tað svarar til 48.234 krónur í okkara peningi.
Dýrasta atgongumerkið kostar 35.400 dollarar. Tað svarar til 231.366 krónur í okkara peningi, ið er svakliga dýrt.
Pláss er fyri 82.500 áskoðarum á MetLife leikvøllinum.











