Høgni Mohr leggur fram tekstasavnið Grøðandi greinir í Vági

Eisini er møguligt at síggja súkluna, sum Høgni Mohr súklaði á í øllum oyggjum í Føroyum í 2016

Í kvøld kl 19.00 verður bókakvøld á Vágs Býarbókasavnið, Miðlatúni, har Høgni Mohr leggur fram tekstasavnið Grøðandi greinir.

 

Á bókakvøldinum tosa Dagfinn Olsen og Høgni Mohr um tekstasavnið og skaldskapin hjá Høgna.

 

Aftaná spæla Dagfinn og Hjalmar hugnaligan tónleik.

 

Umframt bókaframløgu, so er eisini møguligt at síggja súkluna, sum Høgni Mohr súklaði á øllum oyggjum í Føroyum í 2016. Súkluna hevur Høgni latið Vágs Kommunu og kemur súklan at standa fram í Miðlatúni tær næstu vikurnar.