Klokkan 17.15 fekk løgreglan fráboðan um ein persón, sum hevði hótt ein annan og brotið ogn hjá øðrum.
Sambært vaktleiðaranum var persónurin villur og ógvusligur við eina hýruvognsstøð og gjørdi herverk á støðina.
Tá løgreglan tók persónin, hevði hann eisini rúsevni uppi á sær.
Persónurin varð handtikin og er framvegis hjá løgregluni. Seinni í dag verður støða tikin til, um hann skal leyslatast ella møguliga førast fyri rættin.











